Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Norðlýsið hevur fingið innlit í eina frágreiðing hjá ríkisumboðsmanninum, Lene Moyell Johansen, sum er send donsku stjórnini og danska tjóðbankanum tann 8. juni 2017.

Hetta er dagin eftir fundin, sum fiskiráðharrin, Høgni Hoydal, hevði við donsku stjórnina og danska tjóðbankan.

Og ríkisumboðsmaðurin er bersøgin í síni frágreiðing frá fundinum.

Sum henni er frágreitt, so koma pengarnir frá fiskivinnuni "ikke det samlede samfund til gode", men pengarnir fara lúkst í lummarnar hjá "enkelte rederier og enkeltpersoner".

Norðlýsið hevur tikið hetta úr frágreiðingini, sum ríkisumboðsmaðurin skrivar, og standurin er ikki góður í føroysku fiskivinnuni, sambært ríkisumboðsmanninum:

Landsstyreområdet for fiskerianliggender vurderer, at der i 2015 var en ressourcerente eller overnormal profit inden for fiskeriet på omkring 1 mia. kr. ……

……..som ikke kommer det samlede samfund til gode, men tilfalder enkelte rederier og enkeltpersoner gennem lønninger på baggrund af licenser…….

……. Meningen er, at landskassen skal få del i denne ressourcerente gennem de tilladelser, som i fremti-den skal sælges på auktion og gennem en særlig ressourceafgift på de tilladelser, som bliver tildelt uden om auktionen. ……

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo