Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

Fyri at savna inn pengar til felagsskapin The Lotus Foundation, auksjoneraði fyrrverandi The Beatles-limurin Ringo Starr burtur meira enn 1300 av sínum egnu ognarlutum.

Talan var millum annað um klæðir, instrument og smykkir.

BBC skrivar at ognarlutirnir savnaðu inn góðar 63 milliónir krónur.

Tað sum savnaði mest pengar inn var trummusettið, sum hann brúkti til fleiri Beatles-sangir. Tað fór fyri góðar 14 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo