Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Tað sá ógvusligt út tá farmaskipið Mykines hjá Smyril Line í dag kom inn í þorlákshöfn, sum liggur sunnanfyri á Reykjavíkarnesinum.

Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line upplýsir, at ongin vandi var á ferð og heldur ongin skaði av nøkrum slagi hendi, hvørki á skip ella farm.

- Tað hevur verið ringt veður, og Mykines var nakað seinkaður av tí sama, men fer avstað aftur longu í kvøld, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo