Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Nýggju aliringarnir sum verða bygdir í Vestmanna til Luna eru 200 metrar í ummál (mynd: VP)

Seinastu árini hevur mest vanliga støddin á aliringum verið 160 metrar í ummáli. Men aliringarnir sum Luna nú byggir til nýggja aliøkið á Víkum norðantil á Vágoynni, vera heilar 200 metrar í ummáli hvør.

Aliringarnir verða bygdir á kaiøkinum Inni á Fjørð í Vestmanna, har sum gamla ferjulegan plagdi at vera.

- So stórar aliringar hava vit ikki havt í Føroyum áður, men normenn hava roynt teir í nøkur ár, upplýsir Bogi Jacobsen frá Luna fyri VP.

Ætlanin er at leggja annan aliringin á Víkar beinanveg, so skjótt sum tað viðrar, men uttan at koyra fisk í hann. Tann seinni fer helst á økið útfyri Velbastað, og har verður fiskur koyrdur í. Men ætlanin er at báðir skulu á Víkar at liggja, tá allar royndirnar eru gjørdar við nøktandi úrsliti.

- Víkar eru sera veðurhart alistað, kanska tað harðasta í heiminum, so vit fara fyrst at leggja tann eina ringin har uttan fisk sum eina roynd, sigur Bogi Jacobsen.

Hann sigur, at royndirnar vísa, at størri útgerðin er, meira tolir hon av ringum veðri og stórari havaldu, sum roknast kann við á Víkum.

Risastóru aliringarnir, sum nú verða bygdir í Vestmanna, kunnu hava eini 600 - 700 tons av fiski hvør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo