Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vinna

Millum 400 og 800 milliónir fólk kunnu missa starv sítt av automatiseringini fram móti ár 2030.

Tað vísur ein nýggj rapport frá McKinsey, sambært NRK.

Heimskenda konsulentfirmaið McKinsey hevur kannað 800 arbeiðir í 46 londum og er komið fram til at upp móti fimtingur av teimum aktivu á arbeiðsmarknaðinum verða ávirkað av automatiseringini, skrivar BBC.

Men samstundis sum McKinsey ávarar um at fleiri fara at missa arbeiðið av automatiseringini, so verða tað eisini økir har fleiri fáa arbeiði.

McKinsey heldur at eftirspurningurin verður eftir:

  • Heilsuarbeiðarum
  • Verkfrøðingum, granskarum, revisorum og analýtikarum
  • KT-arbeiðarum og øðrum tøkningum
  • Leiðarum og stjórum sum maskinur ikki kunna avloysa
  • Lærarum og pedagogum, serliga í menningarlondum við ungum íbúgvum
  • «Kreativum», ein lítil, men vaksandi kategori av artistum, undirhaldarum, tá eftirspurningurin gerst størri av betri tíðum
  • Bygningsarbeiðarum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo