Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Væl svingandi nýtt staklag frá røkkvi er nú at hoyra; eisini sum sjónbandalag á youtube.

Sólarglæman bjørt er ein fagnaður til kærleikan millum foreldur og barn.

Lættur, droymandi tónleikur, ið øll kunnu kenna seg aftur í og syngja við til. Njótið tað.

Orð/lag: Rógvi Odvørson
Produserað og arransjerað: Ari Johannesen, Rógvi Odvörson
Miksað og mastrað: Hans Poulsen í IntroVers 

Vokal: Rógvi Odvørson, Sara Björt Rógvadóttir á Lakjuni
Bass: Leivur Vitalis
Onnur instrument: Ari Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo