Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Føroyska deildin hjá Mowi (fyrr Marine Harvest) hevur tikið ímóti rognkelsum sum eru ald á oynni Anglesey í Wales. Tað skrivar The Scoop, sum er tíðindabræv sum Mowi gevur út.

Rognkelsini vórðu flutt við tangabili og ferju, tí tað er ikki loyvt at flyta fisk inn við brunnbáti.

Gudny Vang, sum er góðskustjóri hjá Mowi í Føroyum sigur, at tey vóru sjálvsagt spent uppá, hvussu rognkelsini fóru at klára túrin, sum tók fimm dagar. Men tað vísti seg, at tað gekk bara heilt væl.

Tað er Mowi í Skotlandi sum stendur fyri leveringini av fiskinum, og har síggja tey fram til at lata fleiri rognkelsi hendavegin.

- Vit kanna í løtuni møguleikarnar fyri at selja rognkelsi til aðrar alarar í Føroyum eisini, sigur Dougie Hunter, sum stendur á odda fyri framleiðsluni av rognkelsum hjá Mowi í Skotlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo