Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Fiskurin, sum í seinastuni hevur verið inni á nógvum føroyskum havnum, vísir seg nú at taka best um kvøldarnar.

- Slagið er stórt og gott og tað roynist best við agni, verður sagt í Vestmanna, har bátarnir seinastu kvøldini hava ligið heilt inni ímóti bryggjuni. Onkur hevur enntá ligið bundin við kai ímeðan hann hevur drigið.

- Tað vísir seg sum, at fiskurin kemur inn við uppsjóvarskipunum, tá tey koma inn at landa. Í øllum førum er mest at fáa um tað mundi, verður sagt.

Prísurin er góður, og bátarnir hava fingið væl burturúr, onkur heiltvæl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo