Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Politikkur

Fólkaflokkurin: Rógvi Egilstoft Nielsen stillar upp fyri Fólkaflokkin til komandi løgtingsval.

Rógvi er 26 ára gamal, ættaður úr Sandavági, men er búsitandi á Eiði.

Rógvi er útbúgvin lærari.

Um avgerðina at stilla upp, sigur Rógvi, at tað er umráðandi, at fleiri ung bjóða seg fram.

- Miðalaldurin í føroyskum politikki er nakað høgur. Tá møguleikin so var at stilla upp fyri Fólkaflokkin, helt eg, at eg skuldi bjóða meg fram.

Hjartamálini hjá Rógva eru:

Ítróttur og heilsa: Størri dentur skal leggjast á fyribyrgjandi arbeiðið, tá hugsað verður um heilsu.

Ítrótturin er góður til at fyribyrgja sjúkum, tí skal ítrótturin fáa góðar karmar at arbeiða undir.

Ferðavinna: Ferðavinnan má skipast betri. Vit skulu royna at finna semjur, ikki ósemjur.

Umhvørvið: Føroyar skulu verða eitt undangonguland, tá tað ræður um umhvørvið.

Vinnan: Vinnan má hava tryggar karmar at arbeiða undir. Um vinnan skal kunna hugsa um umhvørvið, so kann landið ikki fara eftir hvørjari krónu, sum vinnan hevur í vinningi.

Almennir stovnar: Tá tað er møguligt, skulu almennir stovnar leggjast út um landið. Tað má ikki verða soleiðis, sum vit sóu við Sjóðvinnustýrinum, har almenn arbeiðspláss blivu tikin av bygd og flutt til Havnar.

Tunnilsgjaldið: Tunnilsgjalið skal avtakast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo