Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Mítt tastatur

Henrik Old, samferðsluráðharri, ætlaði ongantíð at sita øll fýra árini sum landsstýrismaður í samferðslumálum, og verður hann ein av ráðharrunum sum rokerar í Javnaðarflokkinum.

Fleiri ferðir hevur Henrik Old sagt av tingsins røðarapalli, síðani hann tók við sum landsstýrismaður, at honum dámdi betri at vera ein vanligur tingmaður.

- Ogur slítast og skítast 24 tímar um døgnið úti í Tinganesi, tað gongur alt ov seint og kemur alt ov lítið burturúr, og tað havi eg hvørki tol ella heilsu til, sigur Henrik Old í stuttari viðmerking við VP.

Sí hvør kemur fyri Henrik Old í Samferðsluráðið - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo