Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Eg fari at heita á búskaparfrøðingar um at  seta eitt rokniark upp, har teir koyra sína tímaløn inn, og so teir arbeiðatímarnar sum eg arbeiðdi umborð á einum fabrikstrolara, ein túr frá 1. apríl til 1. juni (74 døgn).

Vit gingu 6 til 6, also arbeiddu 12 tímar um døgnið, ella 84 tímar um vikuna.

Tað vil siga í tykkara verð, 8 tímar/dag vanliga tíð + 6 tímar/dag yvirtíð frá mánadegi til fríggjadag, og so 12 tímar/dag hægstu yvirtíð leygardag og sunnudag.

Eisini skulu tit takað hægstu yvirtíð fyri páskadagar, kristihimmalfarardag og dýrabiðidag, sum vóru á hesum túrinum.

Eg fekk 98.532,75 kr fyri túrin, ella eina miðal tímaløn á 98532,75/(12x74) = 110,96 kr/tíman.

Lat okkum so síggja tykkara miðal tímaløn fyri sama tímatal í 74 døgn, minnist til, at tá tit arbeiða meira enn 8 tímar/dag, eiga tit at rokna yvirtíðarløn, og hægstu yvirtíð fyri vikuskifti og halgidagar.

Annars var tað hugaligt at koma heim til konu og trý børn aftaná 74 dagar á sjónum.

Tað yngsta, ein sonur hálvtannað ára gamal, kendi meg ikki, hann hevur ikki sæð nógv til pápa sín síðan hann kom til verðina. 

Sjómaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo