Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Rolf Gunnar er prestur og hevur í nógv ár verið aðalskrivari í norsku Ísraelsmissiónini. Hann er nógv brúktur og virdur talari, og umframt sera stóran bíbilskan kunnleika, hevur hann eisini nýggjastu vitanina um, hvat hendir í Ísrael og aðrastaðni, har jødar búgva. Serliga er hann upptikin av at boða jødunum evangeliið um Jesus.

Tað er Ísraelsmissiónin, ið hevur fingið Rolf til Føroyar.

Evnisdagur á Glyvrum
Leygardagin 19. november talar og undirvísir Rolf á einum evnisdegi í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum.

Byrjað verður klokkan 15, tá ið hann talar um “Guds ætlan og Guds loyndardómur.” (Hetta er serliga út frá Efesusbrævinum, kapitlarnir 2 og 3). Her verður dentur serliga lagdur á at skilja leiklutin hjá okkum og Ísrael í Guds stóru frelsuætlan.

Klokkan 17 er evnið “Jødi og kristin – ein mótsøgn?” Her verður dentur lagdur á, hvat er serligt við jesustrúgvandi jødum (messianskum jødum) í mun til onnur kristin.

Klokkan 20 er møti, har Rolf talar um evnið “Guds útvalda fólk – hvør og hvat er tað?” Her verður spurningurin viðgjørdur, hvat tað inniber, at Ísrael er Guds útvalda fólk, og hvussu vit, sum ikki eru jødar, skilja og fyrihalda okkum til Ísrael sum eitt útvalt fólk. Komið verður eisini inn á spurningin, um kirkjan og Ísrael eru tvey ymisk gudsfólk.

Møti í Fuglafirði
Sunnudagin 20. november verður Rolf Gunnar við til tvey ymisk tiltøk.

Klokkan 11 prædikar hann í Skála kirkju.

Klokkan 18 talar hann á møti í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Hann talar yvir evnið ”Jesus og Ísrael”. Komið verður millum annað inn á, hví tað eru so fáir jødar, sum í dag trúgva á Jesus, hvat jødar í dag hugsa um Jesus, og hvønn leiklut tey messiansku hava í Ísrael í dag.

Rolf fer eisini á tiltøkunum at siga frá tí nýggjasta úr Ísrael.

Tiltøkini eru almenn, og øll eru vækomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo