Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Camp Nou segði farvæl við Johan Cruyff á spektakuleran hátt í kvøld. Eitt fult stadium takkaði niðurlendsku legenduni við at forma orðini «Takk, Johan».

Men so brígslaði dómarin til dystarbyrjan og eitt nýtt El Clasico.

0-0 í hálvleikinum bar boð um at helst fór seinni hálvleikur at gerast meira málrikur. El Clasico dystur er ikki endaður málleysur síðani 2002, og gjørdi tað heldur ikki í kvøld.

Úrslitið gjørdist at Real Madrid vann dystin við einum máli.

Men hóast Barcelona tapti 1-2, so liggur Barcelona nummar eitt í Liga við seks stigum frammanfyri Atletico Madrid og sjey stigum frammanfyri Real Madrid.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo