Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Tiltøk

Nú kemur kenda, danska barnastjørnan, Rosa frá Rouladegade frá Ramasjang at framføra á Torginum í SMS.

Leygardagin 19. okt. kl. 13 fer Rosa fra Rouladegade á pall á Torginum í SMS saman við jazz tónleikarunum Palle og Sille.

Tað er fyrstu ferð at Rosa vitjar í Føroyum, og sigur hon seg gleða seg til at uppliva Føroyar. Rosa fer syngja fleiri av hennara kendu løgum, sum vit hava hoyrt frá m.a. Rouladegade, Byttebiksen, Sovedyr på Eventyr, Cirkus Summarium og onnur hitt frá Ramasjang.

Tað verður ein lívlig konsert við Rosu á Torginum, og hon biðjur øll børn í Føroyum um at taka teirra yndisbamsu við til køkurokk og rull, við livandi og festligum tónum frá Rosu við bólki.

Rúmdarfólk vitja
Rosa frá Rouladegade vitjar Torgið í sambandi við heystfagnaðin, sum hevur verið í SMS hesar dagarnar. Temaði í ár hevur verið rúmdin og samskifti. Eitt nú hava børnini teknað gongustjørnur, prýtt gongustjørnukøkur, gjørt rúmdartónleik saman við Dan Helga í Gong og sent rúmdarfólkunum heilsan.

Sama dag kl.16.30, tá Rosa hevur verið á palli, fer Dan Helgi at spæla rúmdarlagið, soleiðis at rúmdarfólkini kunnu koma at lurta og heinta heilsaninar, børnini hava skrivað til teirra hesa vikuna.

Børnini fáa eisini sunkist og okkurt søtt, og alt er ókeypis. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo