Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Gransking.fo: Fyrst kom hon til Hvalbiar. Tað var í 1768. Árið eftir kom hon til Havnar. Haðani spjaddi hon seg til restin av Streymoynni og kom eisini til Eysturoynna og til Vágar. 120 ár seinni kom rottan eisini til Borðoynna.

Hetta staðfesta úrslit í nýggjari genkanning, sum nýliga er almannakunngjørd í kenda vísindaliga tíðarritinum Heredity. Greinin hevur heitið: “Genomic analyses reveal three independent introductions of the invasive brown rat (Rattus norvegicus) to the Faroe Islands”.

Fyrr hevur verið hildið, at rotturnar, sum komu til Suðuroynna, spjaddu seg til Havnar, men nýggja kanningin vísir, at so er ikki. Hóast tað bara var eitt ár frá tí, at rottan kom til Hvalbiar, til hon eisini varð sædd í Havn, so er talan um ymiskan uppruna. Meðan rotturnar í Hvalba hava sín uppruna í Norra ella kanska onkrastaðni í Stóra Bretlandi, so ber við vissu til at siga, at havnarotturnar í síni tíð komu úr Stóra Bretlandi

Føroysku genkanningarnar

Síðani í 2011 hevur Fróðskaparsetrið gjørt ymiskar kanningar av føroyskum rottum. Fólk, sum hava funnið deyðar rottur, hava latið Fróðskaparsetrinum rotturnar. Á henda hátt er tað higartil eydnast at fáa fatur á eini 250 rottum til at gera vísindaligar kanningar av. Genetisku kanningarnar av føroysku rottunum eru gjørdar í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og granskarar á russiska akademinum fyri náttúruvísindum í Moskva, granskarar á universitetinum í Uppsala í Svøríki og frá teimum báðum amerikansku universitetunum Universitety of Memphis og Fordham University.

Genetisku kanningarnar vórðu gjørdar av 85 føroyskum rottum, sum vóru fingnar í 24 bygdum og býum kring um í Føroyum. Genetisku úrslitini frá føroysku rottunum vórðu síðani samanborin við úrslitini frá rottum, sum vóru fingnar í 41 býum í Evropa, Russlandi og aðrastaðni kring um í heiminum. Kanningar vístu, at brúna rottan er komin til Føroyar í trimum umførum, og at tær eru komnar ymsastaðni frá, óheft av hvørjari aðrari.

Greinin kann lesast her (krevur hald)

Høvundarnir eru Emily E. Puckett,  Eyðfinn Magnussen, Liudmila A. Khlyap, Tanja M. Strand, Åke Lundkvist og Jason Munshi-South.

Tíðarritið helt hesa greinina vera so mikið áhugaverda, at teir valdu at gera eitt poddvarp um hesa greinina. Heitið á hesum poddvarpinum er “How rats invaded the Faroes (3 times). Tú kanst lurta eftir tí her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo