Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Tað eru royndasti norski tríkiljuskiparin og ein norskur skipsteknikari, sum hava viðmælt Strandferðsluni at byggja eina tríkilju úr glastrevjum til avloysaraskip í strandfaraflotanum.

Hesir hava saman við SSL ferðast kring oyggjarnar, kannað atløguviðurskiftini og út frá tí, viðmælt skjóttgangandi tríkiljuna úr glastrevjum, ið lastar 3 bilar.

Tað kemur fram í svari upp á fyrispurning til løgmanni, sum Bjørn Kalsø, løgtingsmaður hevur sett.

Einki verður sagt í svarinum, um royndir føroyskir skiparar hjá SSL ella staðkend útoyggjafólk hava viðmælt at byggja slíka ferju.

Alt svarið frá løgmanni kann lesast niðanfyri:

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 25/2018 eftir tingskipanini § 52a frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um nýtt strandfaraskip

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar í sambandi við ætlanina at byggja nýggju tríkiljuna til SSL?

2. Eru bindingar gjørdar, ið forða fyri at sleppa ætlanini?

3. Er løgmaður samdur við spyrjaran í, at tað hevði verið beinast at slept ætlanini at byggja tríkiljuna, og heldur hildið ætlanina um at byggja nýggjar og hóskandi ferjur til strandfaraleiðirnar, ið eftir eru?

Svar til spurning 1:
SSL er í løtuni í tøttum samskifti við Sjóvinnustýrið og Klassan, t.e. DNV-GL, um at fáa bátin góðkendan. Tá ið hetta væntandi er komið upp á pláss um ikki so langa tíð, skuldi verið klárt at skriva undir sáttmálan við norsku skipasmiðjuna. 

Í byrjanini av tilgongdini til nýggja bátin á vári 2017 spurdu SSL seg fyri hjá Sjóvinnustýrinum og fingu at vita, at um báturin varð bygdur samsvarandi galdandi altjóða ásetingum, fór báturin at verða góðkendur. 

Síðani er komið fram eitt rundskriv frá danska sjóvinnustýrinum; nr 025 frá 30 november 2017, Guidelines for safe use of Fibre Reinforced Plastic – Fire Safety. 

Rundskrivið tykist ikki vera ein herðing av reglunum um glastrevjabátar, men meiri ein vegleiðing til byggiharra og myndugleika. 

Semja er við Sjóvinnustýrið um, at SSL saman við klassanum DNV-GL (Det Norske Veritas-Germanischer Lloyd) ger nærri greiningar av øllum galdandi ásetingum, sum síðani verða lagdar fyri Sjóvinnustýrið til góðkenningar. 

Svar til spurning 2:
Ongar bindingar eru gjørdar, ið forða SSL at sleppa ætlanini, um tað skuldi hent, at Sjóvinnustýrið ikki góðkennir bátin.

Svar til spurning 3:
Løgmaður er ikki samdur við spyrjaran í, at tað er beinast at sleppa ætlanini at byggja tríkiljuna. 

Spyrjarin tykist blanda tvey ymisk mál saman, tí Eykabáturin er ikki annað enn tann báturin, ið SSL altíð hevur manglað at kunna sett inn, tá ið dokkingar eru, og tá ið bráðkomin og/ella áleikandi tørvur er. 

Tá ið tað er sagt, kann SSL sigast at hava havt ein eykabát, Súluna, men tað hevur verið sera avmarkað, hvat ið hesin báturin hevur kunnað verið brúktur til. Eykabáturin kann tí eisini sigast at koma fyri Súluna, sum higartil hevur verið einasti eykabátur hjá SSL.

Eykabáturin er serliga ætlaður at loysa av á miðleiðunum so sum Nólsoyar- og Kalsoyar- og Hestleiðunum, men hann kann eisini væl nýtast á ytru leiðunum so sum Fugloy, Svínoy, Skúvoy, tá ið veður og vindur er til vildar. 

Báturin er sera væl útgjørdur við bóv- og hekkuskrúvum og hevur sonevnt DP, Dynamic Positioning, sum ger, at hann kann halda eina positión betur enn nakar av verandi bátum kann. Eykabáturin er eisini nýbrot, hvat ið atløgu viðvíkur, tí um neyðugt, kann báturin leggja stevnið inn ímóti keiini, har ið so ferðafólkini kunnu ganga í land og umborð. Á hendan hátt hevur skiparin sera gott sýni. 

SSL beyð einum av royndastu norsku skiparunum á tríkiljum og norska skipsteknaranum til Føroya at hyggja at øllum atløguviðurskiftunum og at sigla við øllum ferjunum hjá SSL. Dagarnar, ið norðmenninir vóru her, var rímiligt av vindi, t.d vóru 20 m/s út í Fugloy og Svínoy. Teir vístu á, at tað var upplagt at brúka stevnið at leggja at við heldur enn at liggja við síðuni til, og skipið liggur og arbeiðir upp og niður. Teirra meting var, at atløgan í Fugloy og Svínoy fór at blíva munin tryggari við nýggja bátinum, og teir sóu ikki nakran trupulleika í, at tríkiljan ikki kundi sigla í sama veðri sum núverandi skip hjá SSL gera. 

Veðrið má tó sær sjálvum ráða, eins og tað altíð hevur gjørt, serliga á vetrartíð og onkrar dagar um heystið.

Endurnýggjanin av verandi flota hjá SSL er ein annar spurningur. 

SSL er í ferð við at gera eitt tilmæli um, hvat slag av skipum hóska seg best til tær ávísu farleiðirnar. Mælt verður til at byggja nýggj skip fyri verandi skip, ið hava ein sera høgan miðalaldur. Nevnast kunnu serliga Ritan og Sam og eisin Ternan, t.e. farleiðirnar Fugloy/Svínoy, Kallsoy og Nólsoy. 

Tá ið koyrandi verður í Sandoyartunlinum, kann Teistin seljast fyri ein góðan prís, og søluupphæddin brúkast til bygging av nýggjum skipum til omanfyri nevndu farleiðir. Tíðin fer eisini at vísa, um tað t.d verður neyðugt at sigla til Skúvoyar, um ein undirsjóvartunnil verður gjørdur til Suðuroyar.

Tøknin hevur ment seg nógv seinastu árini, og Eykabáturin hevur t.d hybrida brennievnisskipan, t.e. hann kann eisini sigla upp á battarí/ravmagn, sum ikki dálkar. Hetta slagið av bátum verður mett at verða ein partur av framtíðar flotum fyri skjóttgangandi ferðafólkabátar, og hann livir upp til atljóða málini í SEEMP (Ship Energy Efficiency Management Plan) um orkunýtslu og útlát. 

Eykabáturin fer tí ivaleyst at verða eitt spennandi íkast til fyrieikingarnar av endurnýggjanini av SSL-flotanum, tá ið SSL fær royndirnar av hesum bátinum í rakstri.

Tinganes, 16. november 2018
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo