Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Japanska rúmdarkanningarfarið er eftir seinkingar í fleiri mánaðir, lent á eini fjarskotnari smágongustjørnu sum er 330 milliónir kilometrar frá jørðini.

Smágongustjørnan kann vera upp ímóti 4,6 milliardir ára gomul, og nú vóna japanarar, at tilfar haðani kann geva nýggjar upplýsingar, eitt nú um okkara sólskipan og hvussu lív kann vera komið á jørðina.

Hayabusa 2 skal skjóta eitt hol nakað inn í flatuna á smágongustjørnuni, og savna saman ymiskt tilfar. Hildið verður, at nógv lívrunnið tilfar og vatn kann vera at finna á smágongustjørnuni.

Kanningarfarið væntast at venda aftur til jørðina ímóti ársenda næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo