Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Runavíkar kommuna: Runavíkar havn hevur verið í støðugum vøkstri hesi seinastu árini. Eftir eina drúgva afturgongd, í stórum lopum í fleiri ár, vendi gongdin í 2010-2011.

Ein orsøk til ta stóru afturgongdina var sjálvandi ráðandi miðsavningarætlanin hjá flutningsfeløgunum, sum hevði við sær, at allur inn- og útflutningur í landinum skuldi flytast um bryggjukant í Tórshavnar kommunu/havn.

Í eini kommunu sum ikki framleiðir eitt gramm til útflutnings, og kom hetta at merkjast kring alt landið.

Nógvar kommunur, sum ítøkiliga høvdu lynnað undir framleiðsluvinnuna, við neyðugu kørmunum fram við strondini og fjøruni, sótu eftir við ongum, táið tað snýr seg um havna-, brúgva- og vørugjøld.

Í stóran mun sluppu útlendsk flutningsfeløg soleiðis at gera av, hvussu bygnaðurin skuldi skipast hvat ið havnum og útbyggingum viðvíkir í Føroyum.

Tey átóku - ella rættari tiltuskaðu - sær ræðið at stjórna fíggjarligu gongdini og harvið framtíðini. Ongin hevði mansmót til at steðga hesi tilvild, og eftir øllum at døma finst hetta dirvið framvegis ikki í almennum ella kommunalum regi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo