Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Í summar vann Runavíkar kommuna stóran heiður í Convention Center í San Diego í California. Ætlað var, at umboð fyri kommununa skuldi vera til staðar, men táið tað ikki lá fyri, varð heiðurin handaður kommununi í Býráðssalinum í Ráðhúsinum seinrapartin í dag.

Hendan summardagin í USA vóru 174 – av á leið 100 túsund – 100.000 - brúkarum – feløg, kommunur o.o. – heiðrað, sum serliga framkomnir nýtarar av GIS-skipanini. ESRI er ein heimsumfatandi talgild skipan, ið verður brúkt til at skráseta, handfara, goyma, greina og leggja fram geodata – upplýsingar um landafrøðiligar staðsetingar í t.d. einari kommunu. Grundgevingin fyri at veita okkum heiðurin var soleiðis orðað:

”Runavíkar Municipality has for a long time been able to see the value of using GIS. With GPS surveys of both new and old technical installations, they have built up maps, with the purpose of sharing data with colleagues in the municipality. Their primary registration purpose was to collect and record water and sewer information. Since then, they have also made registration of street lights, salt boxes, green areas, etc. Some years back, they involved the citizens by asking them to provide their own records of the location of oil tanks, waste racks, mailbox, septic tanks, etc. At the start of the commission with ESRI technology, the users were typically from the technical area. The past few years, the use of ArcGIS has spread over to several types of users, among other things, using the municipality's citizen service WebApps to register inquiries from the citizens. Young people help to moving the lawns, which they register with their cell phones on an ArcGIS map.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo