Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Júst nú liggja fleiri órógvandi útlendsk skip við bryggju í Runavíkar Kommunu.

Fleiri borgarar hava vent sær til felagið og felagið sendur javnan klagur til Runavíkar Kommunu.

Men Runavíkar Kommuna letur sum einki.

Vit mugu ásanna, at hvørki felagið ella borgarar verða hoyrdir ella vird av Runavíkar Kommunu.

Heimafriður fær fleiri klagur um vikuna frá borgarum í Runavík og á Strondum, sum klaga um gang frá skipum.

Tað er harmuligt, at felagið ferð aftaná ferð má fráboða um gang frá skipum, serliga á Skálafjørðinum.

Frá Klaksvíkar-, Fuglafjarðar- og Tórshavnar Kommunu hevur Heimafriður hómað vilja til samarbeiði og forstáilsi um støðuna.

Men tað er eingin samarbeiðsvilji ella áhugi at hóma frá Runavíkar Kommunu.

Kommunan heldur fram at "týna" sínar borgarar dag út og dag inn.

Felagið hevur ikki orð at lýsa framferðarháttin hjá Runavíkar Kommunu.

Felagið heitur á landspolitikarar og avarðandi myndugleikar um at taka ábyrgd fyri fólkinum her á landi.

Heimafriður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo