Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tað er avísin Vedomosti sum skrivar um nýggju langtrøkkandi rakettina, sum Nato londini longu hava doypt "Satan 2". Tað er tí hon skal avloysa R-36 rakettina, sum Nato londini plagdu eyknevna "Satan".

Rakettin er so máttmikil, at hon einsamøll kann oyðileggja eitt landaøki sum er til støddar sum alt Frankaríki, skriva fleiri miðlar. Hon kann hava heilar 16 kjarnorkuløðingar og kann flúgva 18.000 kilometrar.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur áður reypað av, at rakettin flýgur so skjótt og er so smidlig, at ongin núverandi rakettverjuskjøldur kann gera enda á henni.

Ganga royndarskjótingarnar væl, so eru russar klárir við rakettini í 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo