Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

RIO 2016: Russiski venjarin Zhukov sigur, at Russland hevur "reinasta Olympiska liðið" og øll ítróttarfólkini, sum fara til Rio, verða kannað har.

270 russisk ítróttarfólk fara til Rio, hóast atgerðir móti russiskum ítróttarfólkum og bann ímóti teim flestu vegna doping.

Við seinastu Olympisku leikirnar, sum vóru í London í 2012, sendi Russland 436 ítróttarfólk. Hesaferð verður talið somikið lágt, at russiski bólkurin er niðri á nummar 11 í stødd av bólkunum hjá luttakandi londunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo