Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Virkið í Skopun sær út til at fáa nýggjan eigara, ið vil gera íløgur og dagføra virkið, so framleiðslan og kappingaførið batnar. Hetta skapar vón og møguleika hjá fólki aftur at koma til arbeiðis. 

Sum nógv størsta arbeiðspláss á oynni, er týdningurin av, at virkið aftur opnar, ovurhonds stórur.

At gera tað møguligt hjá fleiri at fáast við fiskivinnu er eitt av aðalmálunum við førda politikkinum seinastu árini.

Men vit mugu ásanna, at smærru virkini, sum ikki hava skip knýtt at sær, hava tað ov tungt, eisini hóast tey eru kappingarfør í aðrar mátar.

Virkini mangla rávørugrundarlag. Tí mugu vit endurskoða og styrkja tær skipanir, vit hava ment.

Politiski myndugleikin má seta sær m.a. hesar viðkomandi spurningar:

Kunnu batar gerast, so smærru virkini hava nøkulunda javnbjóðis møguleika at keypa veiddan fisk?

Kunnu batar gerast, so virkini í Føroyum standa seg betur í kappingini um fiskin, sum í dag fer óvirkaður av landinum?

At nýggju eigararnir vónandi ætla at fara undir virksemi í Skopun við góðum treysti er alla æru vert. Takk fyri tað. 

Okkara uppgáva sum politikarar er nú at seta karmarnar, so tykkum ikki vera lagdir óneyðugir fótonglar í vegin.

Tað gera vit við at endurskoða og styrkja tær skipanir, vit hava ment. 

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo