Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Á fleiri vegum og høvuðsvegum gjøgnum bygdir og býir eru gjørdir ferðslutálmar til tess at bilførarar skulu seta ferðina niður.

Eitt nú í Miðvági eru teir litaðir reyðir og ger hetta, at bilførarar koyra ikki so skjótt gjøgnum bygdina.

Slíkar tálmar saknar ein á Giljavegnum í Sandavági, hvar ferðslan til og frá flogvøllinum er sera nógv.

Hetta er avgjørt ein vegur, hvar ferðslutálmar skulu vera, tí her koyra bilførarar alt alt ov skjótt, og enntá gera teir skilaleysar yvirhálingar.

Eitt er at torført kann vera at sleppa út á vegin við bili hjá teimum, sum búgva framvið vegnum, men hetta er ikki tað ringasta.

Fleiri smábørn eru í onkrum av húsunum, og leypa hesir óvitar út á vegin fyri ein bil, sum koyrir við alt ov nógvari fer, so vita vit hvat hendir.

Tað er ov seint at gera nakað, tá ið vanlukkan er hend.

John S. Myllhamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo