Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Politikkur

Tað var við stórum áhuga, at eg las valskránna hjá Sinnisbata til løgtingsvalið 2019. Í valskránni koma tey við nógvum góðum og sakligum boðum uppá, hvussu vit kunnu veita røttu hjálp til rætta tíð til teirra, sum hava tørvin, tí tey hava sálarligar trupulleikar.

Eisini í heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum varð løgd fram á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober 2018, eru nógv góð boð upp á, hvussu vit koma longri fram á leið á hesum økinum, sum í alt ov langa tið hevur verið knýtt at stigmatisering, skomm og tøgn. Men nógvir batar eru at síggja, eisini takkað verið tí arbeiði, sum Sinnisbati, Fountain House og onnur í samfelagnum gera.

Lág raðfesting
Tað er tíverri ikki óvanligt innan sjúkrahúsheimin, at psykiatriska økið er munandi lægri raðfest enn onnur øki. Fyri serlæknar er tað ikki høgt í metum at velja psykiatriina sum arbeiðsøki, og sum heild fer munandi minni gransking fram innan psykiatriska økið enn aðrastaðni í heilsuverkinum.

Tess størri týdning hevur tað, at vit arbeiða miðvíst við at raðfesta psykiatriina og sálarhjálp annars, so at fólk við sálarsjúku ikki detta niðurímillum, hóast tey sjáldan orka at rópa hart um teirra støðu. 

Fleiri tilboð neyðug
Tað er eyðsæð, at ábøtur eru neyðugar, bæði við hægri raðfesting og við fleiri tilboðum, so sum sálarfrøðiliga bráðfeingismóttøku, betri hjálp til børn og ung við sálarligum avbjóðingum, lættari atgongd til sálarfrøðing, betri hjálp fyri angist, og fleiri bústovnar til menniskju, sum ikki megna at liva sum fólk flest, tí tey stríðast við sálarliga líðing.

Javnaðarflokkurin raðfestir sálarsjúku og sálarheilsu. Í okkara valskrá, sum verður løgd fram í næstu framtíð, er ein røð av átøkum til frama fyri eina betri sálarheilsu hjá yngri og eldri.

Rakar nógv og meint
Fyri mong eru sálarligu avbjóðingarnar so stórar, at tey ikki orka gerandisdagin uttan hjálp. Og sjálvi orka menniskju við stórum sálarligum avbjóðingum sjáldan at rópa harðast um lekjandi tilboð, tíansheldur teirra avvarðandi, sum ofta eru niðurundirkomin av at vera um teirra elskaðu børn, makar, systkin, foreldur ella aðrar næstringar. 

Sálarsjúka kann raka okkum øll, og tøl vísa, at millum ein triðingur og helvtin av okkum verða rakt av sálarligari sjúku á okkara lívsleið. Angist og tunglyndi koma oftast fyri, og umleið 30 prosent hava ella fáa angist eina ferð í lívinum. Men við røttum viðgerðartilboðum ber til hjá nógvum at sleppa av við sálarligu líðingarnar.

Vit skulu alla tíðina hava í huga, hvussu vit kunnu betra um sálarheilsuna og um umstøðurnar hjá teimum, sum hava tørv á viðgerð fyri sálarsjúku. Hetta er týdningarmikið, so at vit ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.

Eg vil framhaldandi arbeiða fyri at fáa sálarsjúku og sálarheilsu nógv ovarlagari á politisku dagskránna, um eg fái møguleikan.

Kristianna Winther Poulsen,
valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo