Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tónleikur

Umleið 400 sálmar eru nú tøkir hjá fólki at lurta eftir á netinum. Hetta er gjørt, tí ofta verður spurt eftir sálmum, sálmaløgum og ávísum upptøkum.

- Kringvarpið hevur allar sálmar í sálmabókini í kringvarpssavninum, hesir verða primert nýttir til morgunlesturin. Í 2009 var sjøtul settu á at syngja sálmarnar inn av nýggjum. 

- Vit hava verið runt í Føroyum í ymsum kirkjum og skipað fyri sokallaðum "sálmakvøldum", har vit lýstu við tiltakinum og fingu fólk at koma at syngja. Sungnir eru inn fleiri hundrað sálmar, men enn er nakað á mál, so hetta er ein støðug gongd, sigur Kári Sólstein, virkandi leiðari á Mentan í KVF.

Leinki til sálmarnar er (https://kvf.fo/atrunadur/salmar)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo