Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Havstovan: Magnus Heinason er júst liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar.

Fyribilsúrslitini vísa, at umleið sama nøgd av svartkjafti er í føroyskum øki í ár sum í fjør. Meginparturin av svartkjaftinum í kanningini í ár eru 2013 og 2014-árgangirnir.

Eisini sást smærri svartkjaftur, hetta er helst 2017-árgangurin. Tað hevur ikki verið nógv at sæð til henda árgangin í kanningunum higartil, tí vita vit ikki enn hvussu hann fer at hilnast.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Hini skipini hava kannað gýtingarøkini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti frá øllum skipunum, verður roknað á fundi í Galway 24.-26. apríl.

Les alla frágreiðingina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo