Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Samfelagið: Nevndin í SamFelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir aðalfundin, og er í hesum sambandi vaksin frá 5 nevndarlimum til 7 nevndarlimir. Í nýggju nevndini sita Anna Sofía Lava, Ása Hammershaimb Christiansen, Elisa Vang, Lív Egilsdóttir Olsen, Marita Svartá, Rósa Egholm og Uni Holm Johannesen.   

SamFelagið varð stovnað í 2014 og hevur á leið 100 limir. Felagið hevur seinastu árini millum annað ment eitt alment savn við ritgerðum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, umframt eitt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar og teirra serøki, ið alt er at finna á heimasíðuni hjá SamFelagnum (samfelagid.fo).

Felagið miðar eftir at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið við at seta sjóneykuna á samfelagsfrøðingar og førleikar teirra, og styrkja ávirkanina av samfelagsvísindaligum arbeiði. Hetta verður millum annað gjørt við at skipa fyri tiltøkum um viðkomandi evni í samfelagnum, umframt at geva samfelagsfrøðingum orðið í almenna kjakinum.

Í vár skipaði SamFelagið millum annað fyri ráðstevnu undir heitinum Framtíðar Samfelagið. Ráðstevnan legði dent á hugtøkini burðardygt, nýskapan og vitan, og hvussu hesi fara at mynda føroyska samfelagið frameftir – serliga innan almennu fyrisitingina og vinnuna.

Felagið fer at halda fram við almennu tiltøkunum frameftir, og at styrkja rødd samfelagsfrøðinganna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo