Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Mítt tastatur

VP spurdi Samfelagsvísindaliga bólkin Samfelagið, hví bólkurin ikki gjørdi viðmerking til Gallup-kanning fyri VP í mei, og svarar bólkurin aftur við eini mynd av kanning hjá Zakaris Wang, sum annar miðil viðgjørdi, tí gjørdi Samfelagið onga viðmerking, sigur bólkurin.

- Í seinastu kanning, sum tú vísir til, varð óvissan í kanningini upplýst og viðgjørd í ávísum miðlum, og tí valdu vit ikki at taka hana upp, sigur Samfelagsvísindaligi bólkurin, men VP spurdi ikki um kanning hjá Zakaris Wang (sí mynd ovast sum felagsskapurin hevur sent VP), men um kanning sum Gallup gjørdi fyri VP í mei, og sendi leinkju við í spurninginum til grein sum stóð á Kringvarpinum. (sí her)

VP spurdi eisini aðrar spurningar, sum Samfelagsvísindaligi felagsskapurin Samfelagið ikki hevur svarað.

Millum annað:

Plaga tit at gera viðmerkingar til veljarakanningar?

Um svarið er ja, hvørjar hava tit viðmerkt?

Hvat bagir hesi kanningini (kanningini hjá Lóður), tá ið Samfelagið hevur sovorðna trongd at viðmerkja hana?

VP hevur eisini spurt, hvørjum miðlum Gallup-kanningin hjá VP var viðgjørd í, sum Samfelagsvísindaligi bólkurin sigur, "viðgjørd í ávísum miðlum", sum so var orsøkin til, at Samfelagsvísindaligi bólkurin Samfelagið ikki gjørdi tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo