Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Landsverk: Síðani seinasta vár hevur Landsverk arbeitt við at dagføra samferðsluætlanina fyri Føroyar, og 7. februar varð prentaða útgávan handað Heðini Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum. Nú er eisini talgilda útgávan av samferðsluætlanini tøk á heimasíðuni hjá Landsverki. Ikki bert sum ein samlað pdf fíla, ið vanligt hevur verið, men nú sett upp eftir evnum á eini serligari síðu á heimasíðuni, so lættari verður at leita og brúka hana.

Endamálið við eini slíkari ætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.

Í dagførdu ætlanini, sum hevur heitið ”Samferðsluætlan 2018-2030 verður millum annað víst á, at fólkavøkstur og økt ferðafólkatal økir trýstið á føroysku landsvegirnar og á samferðslukervið sum heild, bæði á sjógvi og landi.

Ein partur av samferðsluætlanini lýsir støðuna á teimum pørtum av undirstøðukervinum, ið alsamt versna ár undan ári, tí neyðugu inntrivini ikki verða gjørd. Mælt verður til at taka versnandi støðuna í størri álvara politiskt, og harvið raðfesta økið hægri. Í bestu tíð í ár verður ikki asfalterað fyri meira enn umleið 2,5 milliónur krónur. Eitt nærum ræðandi dømi, tí hvussu verður, tá tíðirnar vera minni góðar aftur, kann onkur spyrja?

Í samferðsluætlanini verður víst á, at eitt væl virkandi undirstøðukervi er ógvuliga samansett, og tað krevur yvirblikk og góðar fakligar førleikar at halda tað á einum høgum støði, so alt “spælir saman”, bæði í dag og frameftir.

Eitt høvuðsmál tey seinnu árini hevur verið at knýta oyggjarnar saman, og hetta hevur í stóran mun eydnast, tí ferðatíðirnar at flyta seg úr einum parti av landinum til ein annan, eru munandi styttar. Málið er, at ferðatíðin til og úr høvuðsstaðnum ikki skal vera longri enn ein tíma, óansæð hvar í landinum, ein er staddur. Hetta fyri, at landið skal virka sum ein býur. Eitt nú fer ein møguligur suðuroyartunnil at stytta ferðatíðina til Havnar niður í umleið ein tíma.

Í dagførdu samferðsluætlanini er eisini eitt yvirlit yvir størri íløguætlanir komandi árini, sum verða lýstar við fakligum loysnum og kostnaðarmetingum. Íløgur í infrakervið eru dýrar, og tí er skilagott at síggja tær í eini størri heild fyri at sleppa undan feilíløgum.

Samferðsluætlanin, sum er gjørd í góðum samstarvi millum Landsverk, Strandfaraskip Landsins og onnur við áhuga í infrakervinum, verður tikin upp til endurskoðan og dagføringar við jøvnum millumbilum. Fyrsta samferðsluætlanin kom í 2007, onnur útgávan í 2012, og hetta er sostatt tann triðja útgávan í røðini.

Við talgildu loysnini á heimasíðuni ber nú til at dagføra samferðsluætlanina leypandi, og í næstum verða evnir sum pendlan, súkkling, umhvørvi og grøn orka og framtíðar avbjóðingar og møguleikar eisini at finna í hesum partinum av heimasíðuni.

Serútgávan av samferðsluætlanini er tøk HER, og pdf-útgávan kann takast niður HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo