Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Løgmansskrivstovan boðar í kvøld frá, at nýggi samferðsluráðharrin verður tilnevndur árla í morgin, kl 8.30, og at móttøkan bert verður fyri innbodnum.

Tilnevningin verður sostatt áðrenn tingfundin, sum byrjar klokkan 10.

Nýggjur samferðsluráðharri verður Heðin Mortensen, sum avloysur Henrik Old, ið legði frá sær herfyri.

VP skrivaði longu leygarkvøldið tann 17. november, at tilnevningin fór at vera í dag, men av ymiskum orsøkum er tilnevningin útsett til í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo