Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Blekkið var neyvan tornað á undirskriftunum hjá floksformonnunum í samgonguflokkunum á samgonguskjalið, so hevði Johan Lutzen fatur á Høgna Hoydal um samgonguna, og hansara meining um nýggja ætlaða politikkin komandi fíra árini.

Høgni tykist skelkaður, men hví heldur tjóðveldismaðurin tað? Hví er hetta hansara ”marra”?

Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður umleið krígslok. Høvuðsmálið var loysing frá danska ríkinum.

Høvuðsstovnurin undir fíggjarliga berievnunum hjá Føroym vóru fiskimenninir, og tí gjørdi Ellindur seg eitt við fiskimannin. Hesir vóru eisini grundarlagið undir atkvøðum floksins.

Flokkurin hevur so at siga somu loysingarstevnuna enn, men hvørjum hvílir fíggjarliga grundarlagið á?

Ein væltalandi blaðmaður Høgni Hoydal førir orðið, meðan politiska og fíggjarliga leiðin verður løgd av búskaparfrøðingum.

Og hvat segði so fiskivinnan til henda ”fiskimannaflokkin” á valinum 31. august? Jú, tey góvu honum durðafjórðingin!

Stutt og greitt!

Eyðun Mohr Viderø
14.09.2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo