Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vinna

Vit í Fiskimannafelagnum hava støðugt ávarað ímóti, at reglurnar um veiðiloyvi verða tiknar úr lógini um vinnuligan fiskiskap, nú uppskot til fiskivinnunýskipan skal til viðgerðar í Løgtinginum.

Vit mugu tíverri staðfesta, at sambært uppskotinum frá minnilutanum í vinnunevndini, so er ætlanin at krav ikki longur skal verða um veiðuloyvi, tá rættindini at veiða verða latin rættindahavara.

Vit kunnu staðfesta, at tá einki krav verður um veiðiloyvi, so er vanligi fiskimaður sleptur upp á fjall, tí avleiðingarnar verða:

- At teir sum fáa loyvi at veiða verða leysir av sáttmálananum millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag

- At manningin missur rættin at krevja sín part av lastini frábýttan

- At latið verður upp til rættindahavaran at áseta samsýningina til reiðara/skip fyri at fiska kvotuna

- At latið verður upp fyri, at hýran hjá manningini verður trýst í botn fyri at rættindahavarin skal hava ráð at bjóða mest møguligt fyri kvoturnar

- At latið verður upp fyri, at veiðirættindahavarin og reiðarin avgera hvat virðið veiðigjaldið skal roknast av.

Vit halda tað vera átaluvert, út um alt mark, at samgongan ikki hevur kannað hvørjar avleiðingarnar verða fyri vanliga fiskimannin, um kravið um veiðiloyvi verður tikið úr lógini.

Vit skulu tí heita á allar løgtingslimir um at umhugsa hesar avleiðingar, og vit vóna at hvør einstakur løgtingslimur veit hvørja ábyrgd teir taka á seg, um teir eru við at samtykkja eina lógarbroyting, sum fer at frátaka øllum fiskimonnum rættindi teirra.

Vit vóna at løgtingslimirnir eru so mikið at sær komnir, at teir ikki taka undir við uppskotinum um at avtaka reglurnar um veiðiloyvi.

Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo