Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Eftir drúgva politiska viðgerð í Løgtinginum í dag, so fall uppskotið frá Sambandsflokkinum um at hækka grundarupphæddina til fólkapensjón endaliga.

Sambandsflokkurin harmast um, at tað ikki eydnaðist at tryggja pensjónistunum upprunaligu grundarupphæddina - ein pensjón, sum gjøgnum allar tíðir hevur verið fatað sum ein sosial sátt millum ættarlið.

Vit ætla ikki at gevast í hesum málinum, og tá Sambandsflokkurin kemur aftur í landsins leiðslu, fer flokkurin at virka fyri, at grundarupphæddin til fólkapensjónir kemur á sama støðið sum áður.

Bárður S. Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo