Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Tað gevur 2000,- kr meir um mánaðin til pensjónistin. Fólkaflokkurin vil burtur frá dupultskatting.

Samhaldsfastið verður skattaður við inngjald, tí skal hann ikki skattast við útgjald.

Tað er ein feilur, sum Fólkaflokkurin vil rætta.

Tá vit spara upp til okkara egnu eftirløn, so verður tað skatta einaferð, nevniliga við inngjald.

Tá vit rinda eftirløn okkara til pensjónistar ígjøgnum Samhaldsfasta, verður tað skattað við inngjald, tvs at tað verður tikið av skattaðum pengum.

Okkara egna eftirløn verður frádrigin skattskyldugu inntøkuni, tað verður Samhaldsfasti ikki. 

Og so skal pensjónisturin eisini gjalda skatt við útgjald.

Tað er ikki rímuligt.

Tá landið tekur skattaðar pengar frá mær til pensjónistin, so krevji eg, at pensjónisturin fær peningin.

Vit rætta feilin.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo