Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

- Vit fegnast um, at vit fyri fyrstu ferð hava lagt eina langtíðaríløguætlan fyri tíðarskeiðið 2019-2023, sum tryggjar kommununi eina betri fíggjarstýring, har atlit eru tikin til stóru útbyggingarætlanirnar komandi árini. Við at leggja langtíðarætlanir fyri løgur, ber til at tryggja, at løgurnar verða lagdar í trygga legu og tillagast tørvinum á teimum ymsu málsøkjunum, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

- Eisini verður arbeitt við at tryggja, at tær verkætlanir, sum kommunan stendur fyri, altíð eru væl fyrireikaðar og hava dygdargott eftirlit.

- Í fíggjarætlanini fyri 2019 eru inntøkurnar mettar til umleið 1 mia. Samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru á 778.7 mió. Íløgukarmurin er 188,6 mió., umframt at arbeiðið við útbyggingini av Tórshavnar havn heldur fram.

- Tað er umráðandi fyri kommununa at vera fíggjarliga væl fyri og at varðveita eitt haldgott gjaldføri. Tí er tað at gleðast yvir, at kommunan í stórum tøkum nærkast at vera skuldarfrí, sigur Annika Olsen.

Skattaprosentið er óbroytt, 19%. Barnafrádrátturin er framvegis 8.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo