Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Politikkur

Mynd: Hallur Thomsen/KVF

Samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur enn góðar vónir um at fáa eina samgongu burtur úr samráðingunum við Fólkaflokkin og Miðflokkin.

Tað segði hann við DV í kvøld.

Samráðingarleiðarin var ikki fullvísur í, at alt er leyst og liðugt seint í kvøld, men áðrenn middags í morgin, hevur hann okkurt klárt at bera tingformanninum, segði hann.

Í DV var ikki bara samráðingaleiðarin spurdur um gongdina í samráðingunum higartil, men eisini Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og søgdu báðir sum við ein munn, at samráðingarnar hava gingið óvanliga væl, og høvdu teir eisini góðar vónir um at fáa eitt samgonguskjal burturúr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo