Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Politikkur

Bárður á Steig Nielsen segði við Útvarpið á middegi at hann hevur kallað Fíggjarmálaráðið á fund seinnapartin, tí hann vil hava at vita, hvussu nógvar eykarokningar liggja og bíða at verða goldnar.

Samráðingarleiðarin nevndi einki tal, men talan kann vera um eykarokningar fyri einar 100 milliónir krónur.

Viðvíkjandi spurninginum um vallyftini til pensjónistar, bæði verandi og komandi, so hevði samráðingaleiðarin góðu tíðindini um, at tey lyftini fór at verða roynt at halda, uttan tó at siga, hvussu nógv av teimum og í hvønn mun.

Men her hevur verið lovað skattafrítt útgjald úr Samhaldsfasta, at grundupphæddin skal hækka 580 krónur, og at arbeiði skal ikki mótroknast hjá pensjónistum.

Føroyskir pensjónistar, og teir komandi, hava vónir um gyltar tíðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo