Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tónleikur

Seinna partin av 1980’unum var gospelrockbólkurin Samsint virkin á føroyska tónleikapallinum, og í desember 1989 góvu teir fløgu út. Sangirnir á hesari útgávu vóru sera væl móttiknir og nógv spældir – eitt nú «Vit vóru orsøk« og »Eg veit frelsari mín livir«.

Nú 30 ár eru liðin síðani einastu útgávuna hjá bólkinum, savnast teir aftur til serstaka framførslu, sum verður á Summar Festivalinum í august.

– Eg havi onkuntíð roynt at fingið bólkin saman aftur, og nú lukkaðist tað. Tað er gott høvi, at tað eru liðin 30 ár síðani útgávuna hjá okkum. Vit eru sera spentir at fara á pallin aftur, sigur Herálvur Jensen, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum.

Allir fimm upprunaligu tónleikararnir í Samsint verða við til framførsluna á Summar Festivalinum. Teir eru Heine Lützen, Jan Zachariassen, Herálvur Jensen, Andrew Jensen og Jónsvein Heinesen.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo