Minst til, at jørðin er rund. So tað plássið, vit halda vera endan, er eisini byrjanin
- Ivy Baker Priest
Tekstlýsingar

Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og nærlagdum samskipara
 
Starvið

Talan er um eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsuppgávurnar eru skiftandi, og fleiri teirra hava altjóða dám. Tú fært sostatt møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga á fleiri mótum.  
 
Samskiparin fer m.a. at røkja:
- Bókhald, skjalagoymslu, KT, hølisumsiting og fundarfyrireiking 
- Praktisk fyrireiking og samskipan av útlendskum vitjanum
- Lættari málsviðgerð
- Skrivarauppgávur og rættlestur
- Aðrar umsitingarligar uppgávur
 
Førleikakrøv og royndir

Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur hollar royndir í skrivstovuyrkinum og innlit í almenna fyrisiting.

Harumframt ynskja vit ein persón, sum:
- Arbeiðir sjálvstøðugt
- Er røkin og fyrikomandi
- Hevur eitt jaligt, ágrýtið arbeiðslyndi
- Megnar at arbeiða undir tíðartrýsti og ofta við fleiri uppgávum í senn
 - Kann rættlesa føroyskt, og annars dugir væl danskt og enskt
- Hevur góð samstarvsevni og fegin tekur eyka tøk, tá ið tørvur  er á tí
 
Løn og setanartreytir
Starvið verður flokkað eftir førleikum sambært sáttmálanum  millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. 
 
Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og mentamálaráðið og stovnar undir tí. Bygnaðarliga er starvið partur av Aðalskrivstovuni við starvstaði í Uttanríkistænastuni.
 
Nærri kunning um starvið Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Gunnar HolmJacobsen, deildarstjóra fyri Uttanríkistænastuna, á tel. 556106 at fáa nærri upplýsingar.
 
Umsóknir

Umsókn við prógvum, lívsrensli (c.v.) o.ø. skal sendast við telduposti til ummr@ummr.fo  
 
Umsóknir skulu vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. januar 2020.

Starvið verður sett skjótast til ber. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo