Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Veðrið var heldur buldraligt í gjár hin 7. desember. Her eru nakrar myndir, sum vóru tiknar tá Pressarin var á veg til Næraberg, sum lá á Tangafirði og bíðaði eftir at fáa hjálp til at fáa skipið at bryggju í Kollafirði.

Næraberg hevur ikki bógskrúvu og hevði tí tørv á hjálp til at leggja at.

Samson og Pressarin frá MEST loystu frá bryggju um 11 tíðina og vóru aftur á Havnini um 15.30 tíðina – “mission completed”.

Á pressaranum var hendan manningin: Christopher Lutzen og Jens Ingolf Poulsen. Á Samson vóru skiparin Sigmund Norðfoss, Mouritz Joensen og Magnus Holm Petersen.

Myndirnar vóru tiknar av Eyðuni Waagstein á middagsleiti í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo