Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Stutt fyri jól í fjør bað umsitingin hjá Tórshavnar kommunu Ósbjørn Jacobsen Arkitektar um at gera eina yvirskipaða frílendisætlan fyri ein part av Havnardali, ið skal lýsa, hvussu økið í framtíðini kann mennast og skipast. Økið røkkur frá vatnbrunninum og oman til Velbastaðvegin og er gott hálvantriðja ferkilometur til støddar.

Hugskotið er at varðveita økið sum rekreativt frítíðarøki, uttan at læsa økið so nógv, at ein natúrlig menning ikki er møgulig. Økið er sera fjølbroytt, tað er samansett av ymiskum blandaðum funktiónum og harvið ymiskum brúkarum. Alt frá rossa, síla-, og traðarfólkum, skótum, barnagørðum og øðrum vitjandi.

Sjálvt lendið er serstakt við bleytum morenuheyggjum, vátlendisfløtum, mýrulendi, traðum, eini skógarfriðaðari viðarlund við nálatrøum og runnum, smáum gøtum og Sandá, ið greinar seg ígjøgnum lendið. Hetta fjølbroytta lendið ger, at økið hevur nógvar góðar dygdir og menningarmøguleikar, ið eru týðandi fyri skipanina av økinum.

Skipanaruppskotið leggur upp til at fremja ætlanina í stigum. Átøkini, ið skulu gerast, skulu stiga undir tær dygdir, ið økið hevur í dag og lagt er upp til, at farast skal hóvliga fram.

Átøkini umfata:
1. Nýggja gróðurseting, sum styðjar uppundir verandi viðarlund, og sum samstundis virðir serstaka landslagið í dalinum.
2. Víðkan av gøtukervinum og atgongd til størri part av økinum
3. Fleiri benkur fram við gøtunum 
4. At lætta um atgongd tvørtur um ánna á ávísum støðum við at gera smáar timburbrúgvar 
5. At gera úttsýnisstøð frá hægstu heyggjunum 
6. At gera smá skýli - “shelters” - ið kunnu nýtast til uppihald, lívd og til at gista í 
7. At gera vesi við rennandi vatni 
8. At skráseta og markera mentanararv í økinum - m.a. endurlaga gomlu rættina á sunnara partinum 
9. At friða vestara áarbakka fyri landbúnaði og nýta hann til rekreativt øki. 

Í fyrstu syftu er ætlanin at fara undir átøk 1, 2 og 3. Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at játta 700 túsund krónur til at fara undir átøkini. Bæði byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin tóku undir við hesum og málið varð einmælt samtykt í býráðnum í gjárkvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo