Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vágatíðindi

Talvsambandið: Sandavágs Talvfelag hevur beina kós móti FM-heitinum í talvi. Í dag øktu teir leiðsluna við einum stigi, og eru nú hálvtfjórða stig frammanfyri Havnar Telvingarfelag. Tað byrjar so smátt at lukta av FM-gulli hjá vágamonnum.

Sandavágsmenn vunnu í sætta umfari í dag 3-1 á Kollafjarðar Talvfelag. Fyrsta lið hjá Havnar Telvingarfelag noyddist óvæntað at sættast við javnleik 2-2 móti øðrum liði hjá felagnum. Aftur í dag var stórt mannfall hjá havnarmonnum. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Sjúrður Thorsteinsson og Rógvi Mortensen vóru ikki við. Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Herluf Hansen og Suni Merkistein mannaðu liðið í dag. Hjá Sandavági var fyri fyrstu ferð í ár nýggjur maður á liðnum, tí Rógvi Egilstoft Nielsen var upptikin av fótbólti. Bernhard Augustinussen loysti av í staðin.

Fremsta orsøkin til góðu gongdina hjá sandavágsmonnum í vetur, er helst tann, at teir hava nógv støðugari manning enn Havnar Telvingarfelag. Hóast havnarmenn hava fleiri javntgóðar telvarar enn sandavágsmenn, eru teir fremstu fýra í Vágum so mikið stinnir, at havnarmenn standa teimum ikki kurl uttan so, at teir manna seg við sínum bestu telvarum til allar dystir.

Kollfirðingar, sum mannaðu seg so væl á dupultleikdegnum í januar, høvdu heilt annað og nógv veikari lið í dag, og tað bøttu teir fyri. Viðhvørt manna teir seg við heilt sterkum telvarum, stundum er indiski stórmeistarin Srinath Narayanan á liðnum, seinast var danski IM-arin Martin Haubro við umframt Hans Kristian Simonsen. Men í næsta dystinum er brádliga eingin av hesum við. 

Sveiggini eru so stór, at tað er á markinum at vera kappingaravlagandi. Høgni Egilstoft Nielsen hevur á 1. borði helst bíðað við spenningi um mótstøðumaðurin var ein indiskur stórmeistari, ein danskur altjóða meistari ella ein fyrrverandi føroyameistari, men í dag sat Kári Petersen á 1. borði hjá KT.

Í triðja dystinum í 1. deild í dag fekst annað óvæntað úrslit, tí her vann annað lið hjá klaksvíkingum á felagsins 1. liði.

Úrslit og støða í 1. deild:

6. umfar
ST-KT 3-1
HT 1 - HT 2  2-2
KTF 1 - KTF 2  1½-2½

Sandavágur 19½
Havnin 16
Klakvsík 11
Klaksvík 2 9½
Kollafjørður 9
Havnin 2 8½

Telvað var eisini í 2. deild í dag. Spenningur er í toppinum. Eftir dagsins dystir er Havnar Telvingarfelag fremst við 17 stigum, men Vestmanna Talvfelag er beint í hølunum á teimum við 16½ stigum.

Dystirnir í sjeynda umfari vera 24. februar. Í 1. deild verður telvað soleiðis: HT 2-ST, HT 1 - KTF 2 og KTF 1 - KT.

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo