Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Aftur í ár hevur verið skipað fyri fiskikappingini “Á flot við Westward Ho", og aftur í ár er tað ein flokkur í Sankta Frans skúla, sum hevur vunnið kappingina. Og í morgun var lítið hátíðarhald í skúlanum, har borgarstjórin handaði 6. b steyp.

Annika Olsen greiddi frá, at síðan 2009 hevur fiskitúrurin við 6. flokkum í Tórshavnar kommunu verið skipaður sum fiskikapping, har tann flokkurin, sum hevur fiskað mest, fær steyp til ognar. Sostatt er hetta tað 10. steypið. Tríggjar ferðir fyrr hevur borgarstjórin handað steyp í Sankta Frans skúla í sambandi við fiskikappingina, og hetta er so tað 4. steypið, sum fer at standa í skúlanum. Steypini bera boð um, at tað eru sannar fiskikløur, sum ganga í Sankta Frans skúla.

Misjavnt hevur verið, hvussu nógvur fiskur hevur verið í fjørðinum hesi árini, men í ár, hevur verið eitt stak gott ár í so máta, og fiskiskapurin hevur verið heilt góður.

Annika Olsen greiddi frá, at Westward Ho var bygd í Grimsby í 1884. Hon var keypt til Føroyar í 1895 og fram til 1940 var hon til fiskiskap undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Rockall og við Bjarnoynna. Hon var tó til annan fiskiskap fram til 1965.

- Tað er Tórshavnar kommuna, tvs. vit øll, sum eiga Westward Ho, og endamálið er at varðveita sluppina soleiðis, at nútíðin og eftirtíðin fáa høvi at gera seg kunnug við, hvussu hetta skipaslagið var, og undir hvørjum korum føroyskir fiskimenn tá virkaðu.

- Sluppin verður brúkt til almannagagnlig endamál, sum fiskitúrarnar fyri 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu eru dømi um, umboðan innan- og uttanlands, serligar merkisdagar, ávísar leigutúrar o.s.fr.

- Tað skal nógv arbeiði til at viðlíkahalda eitt so gamalt træskip, og har liggur parturin hjá Sluppvinum ikki eftir. Áhugabólkurin – Sluppvinir – eru serliga menn, sum ynskja at taka eina hond í at røkja sluppina og gera tær ábøtur, sum neyðugar eru. Tað eru Sluppvinir, sum eru manning við sluppini, eisini tá fiskitúrarnir “Á flot við Westward Ho” eru.

- Týsmorgunin tann 4. september fór Westwaard Ho út við 6. b í Sankta Frans skúla, og tá lagt varð at landi aftur um middagsleitið, hevði flokkurin fingið 127 fiskar, sum er tað mesta í ár.
Lærararnir, sum vóru við flokkinum henda dagin, eru Áki Mørk og Magnar Vang. Haraftrat vóru húsavørðirnir í Sankta Frans skúla Magnus Petersen og Jákup Jensen og nøkur foreldur við.

- At enda fari eg eisini at takka manningini á Westward Ho, sum eigur avgerandi leiklut í, at tað ber til at skipa fyri túrunum. Tað er gleðiligt, at skúlin tekur so væl undir við fiskikappingini og hevur meldað flokkarnar til, takki eisini tykkum næmingum, lærarum og øðrum, sum hava verið við hesar túrarnar.

- Tórshavnar kommuna fegnast um, at tit nýta hetta høvið at fáa eitt sindur at vita um okkara stásiligu slupp og fara á flot við henni, segði Annika Olsen at enda, áðrenn hon handaði flokkinum steyp.

Sí myndir her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo