Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Krutl

Sára Mikkelsen skrivar á Sprotanum: Her eru eingi glansbíløt og eingin folia, men myndir av einum oyggjaflokki í gerandishami í Norðuratlantshavi. Tað eru Føroyar, í sínum mjørkabúna, randhvítar og rávakrar.

Og tað eru júst hesar myndir, ið eru so bergtakandi vakrar.

Fleiri av myndunum eru okkara gerandisútsýni, kanska ikki júst tær við fuglaperspektivi, men minnast vit veruliga at hyggja at og veruliga síggja alt tað gandakenda og vakra í gerandisdegnum? Hóast regn og surk mangan hevur hug at tváa hetta burtur? Hetta er ein heimur fyri seg, í tí fjarskotna. Kríggj og stormar herja á uttan um okkum, og her sita vit í okkara fjálga, friðsama ævintýralandslagi. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo