At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Eysturkommuna: Komandi leygardag 14. mai verða sløkkiliðsfólk og brandbilar úr øllum landinum at síggja í Sarpugerði í Norðragøtu í samband við árligu tilbúgvingardagarnar fyri sløkkiliðsfólk og -leiðarar.

Sløkkiliðið í Eysturkommunu og Fuglafjarðar Sløkkilið skipa fyri døgunum, sum í ár eru í Eysturkommunu og í Fuglafirði um vikuskifti 13-14. mai.

Byrjað verður fríggjadagin, tá Felagið Sløkkiliðsleiðarar hevur aðalfund í Fuglafirði, umframt at ymisk samansjóvandi tiltøk og fyrilestrar um tilbúgving eru á skránni. Nils Christensen, formaður fyri Dansk Beredskab kemur at greiða frá um nýggju donsku tilbúgvingina, sum fór av bakkastokki 1. januar 2016, og Høgni Hoydal tosar um framtíðar tilbúgving fyri Føroyar.

Leygardagin verður so stóri dagurin í Sarpugerði í Norðragøtu fyri bæði leiðarar og sløkkiliðsfólk. Íalt verða eini 150 fólk sløkkiliðsfólk úr øllum landinum við, umframt at tilbúgvingarleiðarar og sølufólk innan øki vitja úr Danmark. Seinnapartin verður aðalfundur fyri Landsfelag Sløkkiliðsmanna, og síðan verður skipað fyri kappingum fyri sløkkiliðsfólk í fullum búna á vøllinum í Sarpugerði.

Bara matur úr Eysturkommunu
Tiltakið endar við gallaveitslu í Bygdarhúsinum í Leirvík. Fyrireikararnir siga, at allur maturin er úr Eysturkommunu. Høvdasúpan, turrur fiskur, oksakjøt, lambakjøt, fiskapylsur, laksur, turt tvøst, spik og enntá eplir – ein mynd uppá ríka matvøru-ídnaðin í kommununi.

- Endamálið við tilbúgvingardøgunum er at samansjóva og upplýsa sløkkiliðsfólk og leiðarar kring alt landið, sigur Sørin Djurhuus, brunaumsjónarmaður í Eysturkommunu, ið er ein av fyriskiparunum í ár.

Tiltakið hevur verið hvørt ár seinastu 10 árini, og tað hevur ongantíð verið regn hesar dagar, so vit síggja fram til eitt gott tiltak og vóna tað besta av veðrinum.

Hvat nú um eldur kemur í?
Umboð úr sløkkiliðum kring alt landið eru við til tiltakið, men sløkkiliðsfólk eru sjálvsagt eisini á vakt kring landið. Vanligt er, at sløkkiliðsfólk skiftast um at vera við, so um tey eru á vakt eitt ár, so sleppa tey við til tilbúgvingardagarnar næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo