At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vágatíðindi

Í seinastu útgávu av umborðblaðnum hjá SAS, sum eitur Scandinavian Traveler, hevur SAS eina heilsíðulýsing av Føroyum.

Og SAS hevur eitt nýtt rutukort, har víst verður til rutuna til Føroya.

SAS byrjar fasta rutuflúgving millum Keypmannahavnar og Vágar tann 26. mars, og sum VP hevur skilt, verður tað ein føroyingur, sum fer at flúgva fyrsta flogtúrin til Føroya.

Meira verður óivað at frætta frá SAS, tá ið 26. mars nærkast.

Sí blaðið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo