Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Seinastu mongu árini hevur ein villur føroyskur vargur herjað í Kongens Kjøbenhavn. Ein serfrøðingur sigur, at talan er um ein sokallaðan Virgarvarg (”Virgus Brutalis Murus”).

Virgarvargurin dámar sera væl at halda fyrilestrar, og nú amerikanski forsetin eitur Donald Trump, snúgva nærum allir fyrilestrarnir seg um hegn og múrar.

Vargurin hatar reyð, kommunistisk fullveldisfólk, og í somu løtu hann hoyrir um ella fær eyga á eitt tílíkt, myrknar tað fyri eygunum á honum og hann sær reytt. Og eru tey ættað úr Kirkjubø, blívur hann svakur. Sum hann plagar at taka til: ”Fyrst fjaldu tey seg handan Berlinmúrin, nú fjala tey seg við teirra idelogi aftan Kirkjubømúrin”.

Og hetta er kanska ein av orsøkunum til, at hann er farin í holt við at skipa fyri ferðum úr Keypmannahavn til Berlin, tí har kunnu mongu føroysku útisetarnir skoða leivdirnar av víðagitna Berlinmúrinum, sum hann hatar - og elskar at umrøða.

Villini vargurin er ein óvanliga góður sølumaður. Tá ið hann spyr ein útiseta um hesin kundi hugsa sær at luttikið á einum av ferðum hans, góðtekur hann ikki svar sum t.d. ”Kundi hent seg” ella ”Hvør veit”. Nei, tala tín skal vera ja, ja, ella nei, nei - alt annað er av tí ónda, sum skrivað stendur. Og verður ikki svarað, tá ið hann ringir fyri at frætta um tey vilja vera við, fer hann heim til teirra og pikkar uppá dyrnar. Lata tey ikki upp, pikkar hann upp á vindeyguni - hann gevst ikki! Hetta hevur havt við sær, at fleiri grannar hava øtast, tá ið tey hava sæð hetta villini djórið leika í í urtagarðørðunum hjá ymsum føroyskum útisetum í Keypmannahavn.

Sum lesarabrævaskrivari er hann ein sannur meistari. Reyðu fullveldisódjórini fáa av at vita, og í flestum førum nýtir hann so nógv fremmandaorð, at sjálvt væl útbúnir akademikarar mangan hava ilt við at skilja substansin í innihaldinum. Samstundis eru greinar hans ikki altíð nóg væl undirbygdar, men tað ger minni, tí undirhaldsvirðið er óvanliga høgt.

Summi dáma villini Virgarvargin, onnur ikki, men flestu føroysku útisetarnir eru samdir um, at tey kunnu ikki vera hann fyri uttan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo