Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Starvsmannafelagið: Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum við landið fer úr gildi 1. oktober og í dag byrjaðu partarnir samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála.

Bæði lønarkrøv og onnur viðurskiftini í sáttmálanum eru á breddanum.

Tað eru limirnir í Starvsmannafelagnum, sum upprunaliga eru komnir við uppskotum til sáttmálakrøv, umvegis síni álitisfólk. Síðani hevur nevndin og umsitingin í felagnum skipað og lagt krøvini hjá felagnum til rættis.

Starvsmannafelagið er sum vant tað fyrsta av feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum fer til samráðingar um sáttmála fyri eitt nýtt tíðarskeið. Fundurin í dag var tí startskotið til eitt nýtt samráðingarumfar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fyrsti fundurin varð hildin í Starvsmannafelagnum, og avtalað er, at samráðingarnar í heyst skulu vera í hølum felagsins. Á hesum fyrsta samráðingarfundinum avtalaðu partarnir, at hittast aftur mikudagin 6. september.

Hetta er fyrstu ferð, at sáttmálasamráðingar eru við landið, har Jan Mortensen stendur á odda fyri samráðingarnevndini hjá Fíggjarmálaráðnum og Súni Selfoss leiðir samráðingarnevndina hjá Starvsmannafelagnum.

Fyri Fíggjarmálaráðið samráðast Súsanna Nolsøe, Snorri Fjallbak og Jan Mortensen, lønarstjóri. Við á hesum fyrsta fundinum var eisini Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum varar av landsins lønarsáttmálum.

Samráðingartoymið hjá Starvsmannafelagnum er sum vanligt mannað av nevndini hjá Starvsmannafelagnum og Annu Johannesen, nevndarskrivara.

Sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, fer eisini úr gildi 1. oktober. Tær samráðingarnar byrja í næstu framtíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo