Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Partrolarin Bakur tekur inn eitt gott hál. (Maria Olsen Photo)

Búi Tyril skrivar: Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eru sum skilst í øðini og skelkað av tí sum tann nýggja lógin um sjófeingi inniber fyri teirra limir, ikki minst tá tað kemur til at kunna halda eftirlitið við at hýrur verða goldnar sambært galdandi sáttmálar.

Trupulleikin stendst serliga í sambandi við at skip verða leigað til fiskiskap av pørtum sum nú kallast ‘rættindahavarar’ í sambandi við menningarkvotur og kvotur keyptar umvegis uppboðssølu.

Ein ‘rættindahavari’ er nevniliga ikki neyðturviliga eitt fiskireiðarí og hevur tí heldur ikki neyðturviliga nakran sáttmála við manningarfeløgini.

Tað sum fyrr kallaðist veiðiloyvi, og sum sambært lóg altíð var tengt at skipi — og harvið eisini var umfatað av sáttmálum millum reiðarí og manningarfeløg — er snøgt sagt ikki til í tí nýggju lógini.

Soleiðis eru manningarfeløgini nú, í teimum førum ‘rættindahavarin’ ikki er eitt fiskireiðarí, vorðin avbyrgd frá annars sáttmálabundnum innliti í viðurskifti kring avtalur um prís á landaðum fiski — hóast teirra hýrur júst eru treytaðar av hesum prísi.

Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava sum skilst gjørt vart við hendan trupulleika yvir fyri Vinnunevndini í Løgtinginum, men enn er ógreitt hvat ið politikararnir ætla ella ikki ætla at gera við málið.

Eins og vit hava víst á fyrr á hesum bloggi, meinar Fiskimannafelagið eitt nú at ósamsvar í fleiri førum hevur verið millum lóg og praksis í sambandi við útlutan av veiðirættindum, umframt at ógreiði valdar viðvíkjandi eftirliti við at lógin verður hildin.

So mikið tykist greitt: uttan mun til um lógin verður fylgd ella ikki, so eigur umsitingin á Fiskimálaráðnum sína ábyrgd, ella í minsta lagi eina skyldu at greiða frá týðiliga og klárt hvussu hesin problematikkur hongur saman eftir teirra bestu sannføring.

Júst fakfeløgini

“Tað vísti seg at tað var ikki rætt at loysa veiðiloyvið frá stálinum,” staðfestir Jan Højgaard, formaður Fiskimannafelagsins, í einum skrivi undir heitinum “Veiðiloyvi mugu aftur á skipini.”

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo